Byggiár
1986
Kømur
3
Hæddir
2
Vídd á ogn
106m²
Matr.nr.
1464d Tórshavn
Upplýsingar um bústaðin
Talan er um eina íbúð í tveimum hæddum, ið hevur góða
staðseting í vælumtókta og barnavinarliga grannalagnum í
Berjabrekku. Sera gott útsýni er yvir Nólsoynna og býin,
og eisini er suðurvendur havi / útigólv við góðum
sólargangi.
Í niðaru hæddini er durur, trappugongd, stova við atgongd
út á útigólv, køkur og bryggers / kølirúm. Í ovaru hæddini
er trappugongd, baðirúm og trý kømur.
Í økinum er felagsøki við eitt nú felags parkeringsplássum
og spæliplássi. Stutt er m.a. til handils, bakarí, Tórsbreyt
og stovnar. Eisini er gott busssamband.