Back

6. Tann 3. aldurin

Umleið 5000 føroyingar eru yvir 60 ár, og í veruleikanum er talan um ein nýggjan bólk av fólki sum eru komin upp í árini, og sum eru í ferð við at geva hesum partinum av lívinum nýtt innihald. Í dag ynskja mong av hesum fólkum eitt virksamt lív: upplivingar, reisur og útbúgving.

Tann 3. aldurin er vorðin ein lívs stílur, sum ávís fólk síggja fram ímóti, og sum krevur fyrireiking. Eitt virksamt lív krevur pening, og tá inntøkugrundarlagið sum oftast broytist, tá arbeiðslívi endar, so er neyðugt at fyrireika fíggjarliga førleikan í góðari tíð. Sama er galdandi fyri bústaðarviðurskiftini – tørvurin broytist. Helst áðrenn tú rundar seksti, hevur tað týdning at hugsa um, hvussu tú á besta hátt tryggjar eitt nøktandi lív í sum pensjónistur.

Nýggj krøv til bústaðin

Eitt tað fyrstu tú eigur at taka støðu til er, í hvønn mun bústaðurin tú hevur kann varðveitast ella við fyrimunum kann verða skiftur út við annan bústað, við tann tørv sum tú metur teg fáa. Tey týdningarmiklastu viðurskifti  sum avgera hesi viðurskifti, er hvar bústaðurin liggur, innrætting og fíggjarligu umstøðurnar.

Liggur væl fyri

Kanningar vísa, at eldri fólk í dag leggja stóran dent á hvar bústaðurin liggur. Tað hevur týdning at búgva tætt við har t.d. børn, barnabørn, vinir og kenningar, frítíðar áhugamál, mentunartilboð ella náttúra er. Har umframt hevur tað týdning at bústaðurin liggur væl fyri tá talan er um handlar, fíggjarstovnar, posthús, lækna, apotek og flutning, sum kunnu fáa stóran týdning, um t.d. bilurin ikki er ein møguleiki.

Innrætting

Tað er eitt gott hugskot at hugsa um, hvussu bústaðurin skal innrættast og harvið gera gerandisdagin lagaligari. Tørvurin á húsarúmd er minni og harvið minni arbeiði av reingerð og umsiting av bústaðnum. Trappur, gáttir og tílíkt kunnu gerast ein trupulleiki yvir eitt tíðarskeið. Í síni heild skal eisini takast hædd fyri at bústaðurin ikki skal røkjast ella haldast við líka áhaldandi, men at minst møguligt røkt er av bústaðnum, umframt at atgongdin er løtt atkomulig til týdningarmiklar funktiónir sum t.d. køk, wc og bað. Við hvørt ber til við fáum broytingum at tryggja bústaðin nøktandi, soleiðis at tað ber til at verða búgvandi í egnum bústaði. Undir øðrum umstøðum er betur at flyta til annan bústað, sjálvandi treyta av at tú ert frískur og væl fyri.

Fíggjarviðurskifti

Fíggjarviðurskiftini kunnu gerast ein týðandi orsøk til, at valt verður at flyta og finna annan bústað. Tað kann gerast ein fyrimunur til ein minni og bíligari bústað, so at størri møguleikar eru fyri avlop til t.d. reisur ella onnur frítíðar áhugamál.

Arvabræv

Í sambandi við fyrireikingina av fíggjarligu viðurskiftunum hevur tað eisini týdning at tryggja hvønn annan og sínar eftirkomarar. Hevur tú ikki eitt arvabræv, eigur tú at umhugsa, at fáa eitt tílíkt skriva fyri at tryggja tínar eftirkomarar frægari. Við einum tílíkum arvabrævið ert tú samstundis vísur í, at tínir pengar enda har tú ynskir tað. Vit kunnu vegleiða soleiðis, at tú kanst fáa rætta løgfrøðingin við sergrein í arvarætti sum kann skriva og tryggja tíni ynskir.

Lýsingar til bústað og vinnnu

Beak mennir heimasíður og appir.

Vindeygu og úthurðar til tín tørv!

Orka til tín tørv

Ráðgeving innan fígging, samansparing v.m.

Ein kommuna í menning