Back

Sundurlesing og skilnaður

Um so er at báðir partar ynskja sundurlesing – og seinri hjúnaskilnað – so er tað Ríkisumboði sum tekur sær av slíkum. Er semja um hjúnaskilnað, kann hann fara úr gildi seks mánaðir eftir sundurlesing.

Sundurlesing merkir í veruleikanum royndartíð og kann fara úr gildi. Bert við at tit flyta saman aftur og harvið geva hjúnalagnum ein møguleika afturat er støðan óbroytt. Bert í samband við ótrúskap, harðskap móti hjúnafelaga/børnum, tvígifta ella 2 ára fráveru, verður givið loyvi til hjúnaskilnað uttan sundurlesing. Tað kostar 500 kr. at fáa viðgjørt ein hjúnaskilnað hjá ríkisumboðsmanninum. Tit fáa sendandi skrásetingarblað og skulu fylla út og senda tað til Ríkisumboðið.

Fyri at fáa loyvi til sundurlesing frá Ríkisumboðnum er neyðugt:

  • At tit eru samd um, at tit vilja sundurlesast
  • At tit saman møta upp til treytaða seming hjá Ríkisumboðnum
  • At tit eru samd um t.d. hjúna endurgjald og tíðarskeið (ikki upphædd)
  • At tit eru samd um foreldramyndugleika – ikki neyðturviliga viðurskifti í samband við samveru
  • At tit eru samd um, hvør av tykkum skal hava rættin til ein møguligan bústað. Í samband við egin hús skal avtala gerast um býti, og at Ríkisumboðið er nøgt við at treytirnar eru í lagi.

Í samband við sundurlesing og hjúnaskilnað fara úr gildi allar aðrar avtalur um samogn og sínámillum arva avtalur. Meðan sundurlesingin ferð fram kann hvørgin av tykkum ganga inn í nýggj hjúnalag.

Sundurlesing í samband við dómstól

Tað ber til at fremja hjúnaskilnað við einari rættarsak. Tað krevur bert at tann eini parturin ynskir sundurlesing – hin parturin hevur ongan møguleika at seta seg ímóti hesum ynski. Tann av hjúnunum sum ynskir sundurlesing, skal fáa sín løgfrøðing at reisa sakarmál við rættin. Partarnir gjalda sjálvir sakarmálskostnað, men einki rættargjald.

Á rættarfundinum verða samráðingar um treytir fyri sundurlesing, harumframt spurningurin um foreldramyndugleiki og møguliga gjaldskyldu. Búgva tey til leigu tekur rætturin støðu, men hava tey fasta ogn tekur rætturin avgerð tá sjálvt búgvi verður gjørt upp.

Býti og samogn

Talan er um samogn i hjúnarbandsstøðuni, um ikki parið hava undirskrivað serogn. Býti av ogn merkir býti av øllum tit eiga: hús, summarhús, sjónvarp teldur, møblar, pengar, pensjónsviðurskiftir – stutt sagt alt tit eiga. Í býtinum er talan um alla ogn og alla skuld, sum tit hava tá tit verða skild. Við skilnað verða ognirnar gjørdar upp fyri hvønn einstakan hjúnafelaga. Um so er at tann eini hjúnafelagin hevur ágóða skal hann býtast, men er talan um hall fer einki býti fram.

Lýsingar til bústað og vinnnu

Beak mennir heimasíður og appir.

Vindeygu og úthurðar til tín tørv!

Orka til tín tørv

Ráðgeving innan fígging, samansparing v.m.

Ein kommuna í menning