Back

4. Vit fáa børn saman

Tá fyrsta barni er á veg, taka tey flestu bústaðarviðurskiftini upp til viðgerðar. Vit ynskja øll at skapa bestu karmar um okkara børn.

Um so er at verandi bústaður ikki livir upp til hesar umstøður, so er stundin komin at flyta og finna nýggjar karmar.

Tað kann verða pláss trot til eitt barnakamar, at tað er ov langt til skúla og frítíðaráhugamál, ella frástøðan ikki hóskar børnum í mun til skúla, frítíð v.m.

Er talan um t.d. plásstrot kann byggjast uppí ognina, og er frívirði í húsinum so ber til at fíggja uppíbygging við hjálp av einum minni láni.

Innrættan av bústaðnum til børn

Er bústaðurin nøktandi, so er kortini neyðugt til broytingar í húsinum. Pláss skal verða fyri nýfødda barninum.

Í fyrsta umfari kunnu tit hjálpast við teimum møguleikum sum eru, men sum frálíður skal barni hava sítt egna kamar, møguliga saman við øðrum systkjum.

Tá barni byrjar at gera meira um seg, er við hvørt neyðugt at eftirkanna møguligar vandar, soleiðis, at barni kann rannsaka kringumstøðurnar á tryggan hátt .

Lýsingar til bústað og vinnnu

Beak mennir heimasíður og appir.

Vindeygu og úthurðar til tín tørv!

Orka til tín tørv

Ráðgeving innan fígging, samansparing v.m.

Ein kommuna í menning