Back

Samognarsáttmáli

Parið eigur sum minsta krav at gera sær greitt hesi viðurskifti og avtala ein samognarsáttmála, sum tryggjar báðar partar so gott sum gjørligt:

  • Báðir partar eru ognarar av bústaðnum
  • Bert tann eini parturin stendur sum eigari av ognini, men ætlanin er, at hin parturin skal hava part í frívirðinum á ognini, um so er at samlívispartarnir fara hvør til sín.

Ein samognarsáttmáli skal umframt avtalu um býti av ognarviðurskiftunum eisini innihalda avgerð um, at tað skal vera semja um ymiskar avgerðir viðvíkjandi viðlíkahaldi av ognini, nútímansgerð, umbygging, útleigu v.m., og tað skal avtalast, hvussu útreiðslurnar skulu býtast.

Harumframt gera av treytir fyri skilnaði. T.d. ber til at avtala, at um so er at annar parturin uppsigur samognarsáttmálan, skal hin parturin hava rætt til at yvirtaka partin hjá mótpartinum til ein dagsprís, sum byggir á metingina hjá einum sýnsmanni. Um so er at ognin ikki kann yvirtakast skal ognin setast til sølu.

Tað er eisini eitt gott hugskot at avtala, hvussu viðurskiftini skulu skipast, um so er at annar av pørtunum flytur. Skal hin parturin verða búgvandi, t.d. gjalda húsaleigu til tann sum flytur? Samognarsáttmálin eigur at tinglesast á ognini.

Skráseting av fráboðaðanar váttan

Um so er at bert tann eini parturin er skrásettur sum eigari av skeytinum, er tað týdningarmikið at seta saman eina skriftliga fráboðan um eigaraviðurskiftini. Um ætlanin t.d. er, at frívirði skal býtast millum partarnir um samlívi heldur uppat. Um so er at samlívi steðgar hevur eingin av pørtunum framíhjárætt til at verða búgvandi í ognini. Verður eingin semja á hesum spurningi, er neyðugt at selja ognina og um eitt møguligt frívirði skal býtast lutfalsliga millum partarnir.

Lýsingar til bústað og vinnnu

Beak mennir heimasíður og appir.

Vindeygu og úthurðar til tín tørv!

Orka til tín tørv

Ráðgeving innan fígging, samansparing v.m.

Ein kommuna í menning