Back

Ógift keypa bústað saman

Spurningarnir eru nógvir, tá støða skal takast til, tá tveir persónar, sum ikki eru giftir keypa bústað saman.

Serstakliga er neyðugt at taka støðu til, hvussu tað skal verða, um so er at tey fara hvør frá øðrum, ella annar av pørtunum doyr. Hetta er sjálvandi ikki eitt evni, tey hava hug at brúka tíð uppá, tá hugt verður eftir nýggjum bústaði, men tað er eitt gott hugskot at viðgera óvæntaðar trupulleikar, áðrenn teir koma.

Hvør skal hava skeytið á ognini?

Tá tvey fólk, sum ikki eru gingin inn í hjúnalag, skulu taka støðu til, um tey bæði ella bert annar parturin skal standa sum eigari á bústaðnum, um bústaðurin er ogn í felag, og annar t.d. eigur 1/3 og hin 2/3, skulu eigaraviðurskiftini verða skrásett í skeytinum, og orsøkin til hetta er, at eigaraviðurskifti vanliga verða roknað sum helvtarbýti.

Mælt verður til, at ógift pør skriva ein samognarsáttmála, t.v.s. eina skriftlig avtalu sum staðfestir ognarviðurskiftini teirra millum við støði í serstøkum rætti og ognarviðurskifti, um so er, at samlívið heldur uppat.

Avtala skal t.d. fáast um, hvussu eitt frívirði skal býtast, og hvør hevur rætt at verða búgvandi, um so er, at samlívið heldur uppat.

Lýsingar til bústað og vinnnu

Beak mennir heimasíður og appir.

Vindeygu og úthurðar til tín tørv!

Orka til tín tørv

Ráðgeving innan fígging, samansparing v.m.

Ein kommuna í menning