Back

Børn frá øðrum samlívi

Verður gingið í samlív har børn fylgja við frá øðrum samlívi, er tað eitt gott hugskot at skriva verður eitt arvabræv. Uttan eitt arvabræv avgerð galdandi lóg viðurskiftini um arv; hvussu arvurin skal býtast, og arvalógin er frá eini tíð sum ikki tekur hædd fyri nýggjum samlívi við t.d. sjúksyskum. Í so máta er familjumynstri broytt munandi.

Tað ber við sær, at ein arvur møguliga ikki verður javnbýtir eins og ynski er um, við óhepnum fylgjum. T.d. kann tað verða avgerandi hvør av foreldrunum doyr fyrst. Um maðurin doyr fyrst, kunnu hansara uppruna børn verða við vanbýti, júst tí at arvurin av røttum ferð til “konu” hansara. Doyr hon stutt eftir, fáa børnini hjá  manninum ongan arv eftir henni. Hinvegin fáa hennara børn størri arv, orsaka av at arvurin eisini umfatar arvin frá manninum.

Tí er neyðugt at skriva arvabræv og tryggja, at arvur og felags ogn, kemur teimum til góðar, sum ynski er um.

Lýsingar til bústað og vinnnu

Beak mennir heimasíður og appir.

Vindeygu og úthurðar til tín tørv!

Orka til tín tørv

Ráðgeving innan fígging, samansparing v.m.

Ein kommuna í menning