Back

Góð ráð tá flutt verður

Ein flyting er altíð spennandi og ein nýggj byrjan, men ein flyting hevur eisini tann týdning, at fleiri praktisk viðurskiftir skulu avgreiðast. Tað eru fleiri mátar at flyta uppá. Tú kanst velja at standa fyri allari flytingini, møguliga við hjálp frá familju og vinum, ella handa flytingina til serkøn fólk. Hesin møguleikin er ikki nógv brúktur í Føroyum, og trupult er at finna hesi her í landinum. Uttan mun til, hvussu tú velur at flyta, er tað eitt gott hugskot at leggja flytingina væl til rættis, so at flytingin kann avgreiðast so ómakaleyst sum gjørligt. Her eru nøkur hugskot, sum kunnu fáa týdning fyri flytingina.

Áðrenn flutt verður

Tað er neyðugt at leggja flytingina til rættis, og halda skil á øllum tí í flutt verður:

  • nýggjur bústaður skal fráboðast
  • flyting av telefon
  • leggi flytingina til rættis
  • yvirtøkudagurin
  • fáa hjálp til flyting

Ein flyting skal fráboðast til fólkayvirlitið, sum kommunurnar umsita. Eisini posthúsið skal hava fráboðan.

Verður flutt til aðra bygd, so skal nýggjur lækni finnast. Val av nýggjum lækna. Minst til at flyta telefonina um so er, at tú hevur fast samband. Hetta skal fráboðast telefon felagnum.

Við flyti fráboðanini og flytingini av telefonini verður boðað frá, frá hvørjum degi flytingin er galdandi. Tí kanst tú líka so væl fáa hesi viðurskifti avgreidd í góðari tíð áðrenn sjálva flytingina, so at tú frá fyrsta degi í tínum nýggja heimi fært postin og harumframt hevur virkið telefonsamband frá fyrsta degi.

Um at pakka niður.

Tað er ikki neyðugt at pakka út frá einum vísindaligum sjónarhorni, men tað ger einki, um ein greidlig mannagongd verður fylgd, sum er rímilig, einføld og trygg. Teir sokallaðu flytikassarnir eru sera góðir til endamálið. Teir eru sterkir og eru gjørdir til at tola handfaringina. Harumframt kunnu teir laðast upp og hava hondtøk, sum gera flutningin lættari.

Eitt gott hugskot er at koyra í minna lagi í flytikassarnar. Tað er umráðandi at syrgja fyri at hava fleiri av teimum við hondina. Flytikassar kunnu keypast í fleiri handlum. Bøkur eru tyngri, enn flestu fólk geva sær far um.

Tað er tí eitt gott hugskot at innihaldið í ávísum kassum ikki bert eru bøkur, men blanda saman við t.d. klæðum. Sama er galdandi fyri veikt bygt tilfar t.d. postalín og glas. Her ber til at blanda saman við t.d. klútum, seingjarklæði, handklæði, viskustykki  og tílíkum, eisini um tú hevur pakkað glas o.a. skynsamt inn í blaðpappír og køksrullu.

Setið navnaspjaldur ella skrivið týðiliga skrift á allar kassarnar, hvat er í teimum, og møguliga eisini hvar teir hoyra heima í nýggju húsunum. Tað ger tað greidligari hjá hjálparfólkinum at stilla kassarnar á rætta stað í húsunum.

Flyti dagur

Tann stóri dagur, tá flytast skal, skal alt sjálvandi vera pakkað og klárt til flutning. Harumframt er neyðugt at syrgja fyri, at allir neyðugir lyklar til nýggja bústaðin eru tøkir.

El-málarin skal lesast

Tað seinasta tú eigur at gera, áðrenn tú fert úr “gamla” bústaðnum, er at lesa allar málararnar í húsunum. Sama er galdandi, tá flutt verður í nýggja bústaðin. Góða eydnu.

Lýsingar til bústað og vinnnu

Beak mennir heimasíður og appir.

Vindeygu og úthurðar til tín tørv!

Orka til tín tørv

Ráðgeving innan fígging, samansparing v.m.

Ein kommuna í menning