Back


Tel. +298 239690


Upplýsingar um bústaðin

Hugnaligu og hugtakandi húsini standa mitt í Havn. Stutt er til allar hugsandi hentleikar so sum handlar, matstovur, dagstovnar og skúlar v.m.

Húsini eru í trimum hæddum. Í miðhæddini kemur tú inn í ein ljósan hugnaligan dur, síðani kemur tú inn í hugnaligan køk og víðari inn í stovuna, ið hevur hurð út til stóra hugtakandi terassu, ið vendir ímóti suður, soleiðis at tú fært sólargangin mestsum allan dagin.

Á loftinum er ein ljós gongd, sum knýtur øll rúmini saman á loftinum. Stórt hjúnarrúm í hevur opið uppundir tróðrið og tilhoyrandi klædnarúm. Í hesari hæddini er eisini eitt hugnaligt kamar og baðirúm við brúsu og baðikari.

Frá stovuni í miðhæddini er trappa niður til gongina í niðastu hæddini og víðari oman í útbygningin, har stór samanhangandi stova og kamar er í einum. Í hesari hæddini er eisini eitt hugnaligt kamar við grótlagaðum veggjum, ein durur við hurð út til garðin, wc og eitt rúmligt vaskirúm/fýrrúm.

Grótlagaður garður og sera hugnaligur havi við grasvølli er til húsini, umframt at ein goymsluskúrur eisini er til húsini.

Húsaskoðan fyriliggur.

Prísuppskot
kr. 4.695.000
Bústaður
undir Pisuvarða 10
100 Tórshavn
Umbygging
2004
Vídd á ogn
194 m2
Grundøki
291 m2
Kømur
4

Upplýsingar um Tórshavnar kommunu

  • Kommunuskattur

    19,00%

    Barnafrádráttur

    8.000 um árið

  • Barnaansing
    Vøggustovugjald / Barnagarðsgjald

    2.942,00 / 1.817,00

  • Heimasíða

Ókeypis ráðgeving

Vit ráðgeva og vegleiða í sambandi við sølu av fastogn, og hjálpa til, at virðismeta ognina.

Tá heitt verður á okkum hjálpa vit fegin, og tað kostar einki at tosa við okkum.

Lánroknari í samstarvi við Norðoya Sparikassa

undir Pisuvarða 10, 100 Tórshavn

undir Pisuvarða 10
100 Tórshavn

Hava tygum fleiri spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Meklaran á tlf. +298 239690