Prísuppskot

kr. 495.000

Mannagongd fyri boðgeving

  1. Boðseðil skal útfyllast og sendast til meklarin@meklarin.fo ella latast skrivstovu okkara í Sverrisgøtu 17, 100 Tórshavn.
  2. Boð skulu í minsta lagi vera galdandi í 48 gerandistímar.
  3. Um boð er innkomið, skal næsta boð vera minst kr. 25.000 hægri enn undanfarna boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðan fyri kr. 200.000.
  4. Fyri at góðtaka eitt boð, skal Meklarin hava váttan frá peningastovni, at fígging er tøk.
  5. Tá Meklarin hevur móttikið eitt boð, verður seljari kunnaður. Onnur, ið eisini hava bjóðað upp á ognina, fáa eisini kunning um, at nýtt boð er komið.

Byggiár
1977
Vídd ogn
25m2
Grundøki
1165m2

Upplýsingar um bústaðin

Suðringar eru svangir eftir grillmati, og nú hevur tú góðan møguleika fyri at hjálpa teimum og tær sjálvum við einari góðari inntøku, tí grillvognurin hevur ein góðan umsetning, ið tú væl kanst liva av, og tú kanst byrja í morgin, um tað skal vera.

Grillvognurin er væl røktur og í góðum standi og stendur sera væl fyri við almennan veg og við góðum parkerings-møguleikum.

Í grillvogninum eru allir hugsandi hentleikar, ið krevjast fyri at reka ein vælvirkandi skundveruhandil.

Har er inngongd, handilshøli, køkur og sjálvstøðugt rúm til rusk.

Keyparin kann yvirtaka smápartafelagið og øll loyvir, so tað ber til at byrja beinanvegin.

Virðismeting / prísáseting frá granskoðara av kapitalpørtunum í felagnum fæst við at venda sær til okkum.

Send mær meiri tilfar

Vinarliga fyll út oyðublaðið niðanfyri. Tilfarið verður sent sjálvvirkandi til tín teldupostbústað, innan eitt lítið bil.

Kommunuskattur

20,90

Vøggustovugjald / Barnagarðsgjald

/

Heimasíða

Vitja heimasíðu

Tvørávegur 36

Tvørávegur 36
800 Tvøroyri