Prísuppskot

kr. 4.100.000

Mannagongd fyri boðgeving

  1. Boðseðil skal útfyllast og sendast til meklarin@meklarin.fo ella latast skrivstovu okkara í Sverrisgøtu 17, 100 Tórshavn.
  2. Boð skulu í minsta lagi vera galdandi í 48 gerandistímar.
  3. Um boð er innkomið, skal næsta boð vera minst kr. 25.000 hægri enn undanfarna boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðan fyri kr. 200.000.
  4. Fyri at góðtaka eitt boð, skal Meklarin hava váttan frá peningastovni, at fígging er tøk.
  5. Tá Meklarin hevur móttikið eitt boð, verður seljari kunnaður. Onnur, ið eisini hava bjóðað upp á ognina, fáa eisini kunning um, at nýtt boð er komið.

Byggiár
2003
Kømur
3
Hæddir
2
Íbúðir
1
Vídd ogn
170m2
Grundøki
363m2

Upplýsingar um bústaðin

Serstakliga snøgg og væl viðlíkahildin tvíhús við íbúð og stórum bilhúsi. Ognin stendur væl fyri í friðarligum umhvørvi við blindveg og við avbera góðum útsýni. Frammanfyri húsini er ein náttúruvøkur perla við gøtum framvið Sandá. Rundanum ognina er garður og sólkrókar. Stutt er til skúlar, dagstovnar, handlar og annað.

Ovara hæddin er innrættað soleiðis: durur, gongd, trappuniðurgongd, wc/bað, kamar, køkur/alrúm og stova.

Niðara hæddin er innrættað soleiðis: trappuniðurgongd, gongd, goymslurúm og sovikamar.

Eisini er sjálvstøðug íbúð í niðaru hæddini, sum er innrættað soleiðis: gongd, kamar, stova, millumgongd, wc/bað, køkur og fýrrúm.

Bilhús er til ognina, sum er 45 m² og ein altan, sum er 25 m²

 

Send mær meiri tilfar

Vinarliga fyll út oyðublaðið niðanfyri. Tilfarið verður sent sjálvvirkandi til tín teldupostbústað, innan eitt lítið bil.

Kommunuskattur

19,00

Vøggustovugjald / Barnagarðsgjald

2.942,00 / 1.817,00

Heimasíða

Vitja heimasíðu

Traðartún 12A

Traðartún 12A
160 Argir

Fá meiri at vita

Sigtór Andreassen

Stjóri / Ognarmeklari
+298 750000 sigtor@meklarin.fo