Prísuppskot

kr. 2.250.000

Mannagongd fyri boðgeving

  1. Boðseðil skal útfyllast og sendast til meklarin@meklarin.fo ella latast skrivstovu okkara í Sverrisgøtu 17, 100 Tórshavn.
  2. Boð skulu í minsta lagi vera galdandi í 48 gerandistímar.
  3. Um boð er innkomið, skal næsta boð vera minst kr. 25.000 hægri enn undanfarna boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðan fyri kr. 200.000.
  4. Fyri at góðtaka eitt boð, skal Meklarin hava váttan frá peningastovni, at fígging er tøk.
  5. Tá Meklarin hevur móttikið eitt boð, verður seljari kunnaður. Onnur, ið eisini hava bjóðað upp á ognina, fáa eisini kunning um, at nýtt boð er komið.

Byggiár
2010
Kømur
4
Hæddir
2
Vídd ogn
185m2
Grundøki
583m2

Upplýsingar um bústaðin

Sera góð, dámlig, væl bygd og væl bjálvað hús í góðum og friðarligum grannalagi og sera náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við góðari túrgøtu niðri við sjóvarmálan. Sera gott útsýni er yvir bygdina, landslagið og sundið. Húsini eru væl egnað til fastan bústað eins og til frítíðarhús.

Húsini eru soleiðis innrættað:

Niðara hædd: Inngongd, durur, gestawc, gongd / trappugongd, køkur / alrúm, bryggers / vaskirúm við útgongd, borðsstova / stova við útgongd til stórt útigólv, arbeiðsrúm / kamar, hjúnarúm við atgongd til klædnarúm og baðirúm.

Ovara hædd: Trappugongd / alrúm / sjónvarpsstova, 3 stór kømur og stórt baðirúm við gosbaði.

Harafturat er stór garaga / úthús á uml. 50 m2.

Tú kanst fáa meira at vita um ognina við at trýsta á “Send mær tilfar”.

Send mær meiri tilfar

Vinarliga fyll út oyðublaðið niðanfyri. Tilfarið verður sent sjálvvirkandi til tín teldupostbústað, innan eitt lítið bil.

Kommunuskattur

19,75

Vøggustovugjald / Barnagarðsgjald

/

Heimasíða

Vitja heimasíðu

Fá meiri at vita

Bergur Godtfred

Ognarseljari
+298 217286 bergur@meklarin.fo