Prísuppskot

kr. 5.995.000

Mannagongd fyri boðgeving

  1. Boðseðil skal útfyllast og sendast til meklarin@meklarin.fo ella latast skrivstovu okkara í Sverrisgøtu 17, 100 Tórshavn.
  2. Boð skulu í minsta lagi vera galdandi í 48 gerandistímar.
  3. Um boð er innkomið, skal næsta boð vera minst kr. 25.000 hægri enn undanfarna boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðan fyri kr. 200.000.
  4. Fyri at góðtaka eitt boð, skal Meklarin hava váttan frá peningastovni, at fígging er tøk.
  5. Tá Meklarin hevur móttikið eitt boð, verður seljari kunnaður. Onnur, ið eisini hava bjóðað upp á ognina, fáa eisini kunning um, at nýtt boð er komið.

Byggiár
1938
Umbygging
1965
Kømur
4
Hæddir
4
Vídd ogn
683m2
Grundøki
308m2

Upplýsingar um bústaðin

Sera spennandi og stóra ognin liggur sera væl fyri í miðbýnum í Tórshavn, í dámligum miðbýarumhvørvi við Havnará og við nógvum møguleikum til bústað og/ella virksemi. Her er tað bara hugflogið, ið setir markið. Gott útsýni er yvir nærumhvørvið, býin og út á fjørðin úr ovastu hædd. Allir hugsandi stovnar, skúlar, tænastu og handlar eru nær við.

Í miðhæddini er inngongd, durur / trappugongd. Í ovaru hædd er køkur, stór borðstova við útgongd til bryggers / hjall, stór dupultstova við útgongd til altan / útigólv, kamar, strúkirúm, vaskirúm og baðirúm. Í ovastu hædd eru 3 rúmlig kømur, har tað eina stóra kamarið hevur wc og vask. Í niðaru hædd er stórt høli, 2 minni rúm, køkur við útgongd til útigólv og trappu. Í niðastu hædd er inngongd (frá Havnará), stórt høli í 2 forskotnum hæddum, sum eisini hevur atgongd til hølini í erva, depotrúm og inngongd, fýrrúm, millumgongd til niðara partin, garaga á uml 22 m2.

Send mær meiri tilfar

Vinarliga fyll út oyðublaðið niðanfyri. Tilfarið verður sent sjálvvirkandi til tín teldupostbústað, innan eitt lítið bil.

Kommunuskattur

19,00

Vøggustovugjald / Barnagarðsgjald

2.942,00 / 1.817,00

Heimasíða

Vitja heimasíðu

Niels Finsens gøta 38

Niels Finsens gøta 38
100 Tórshavn

Fá meiri at vita

Bergur Godtfred

Ognarseljari
+298 217286 bergur@meklarin.fo