Prísuppskot

kr. 3.300.000

Mannagongd fyri boðgeving

  1. Boðseðil skal útfyllast og sendast til meklarin@meklarin.fo ella latast skrivstovu okkara í Sverrisgøtu 17, 100 Tórshavn.
  2. Boð skulu í minsta lagi vera galdandi í 48 gerandistímar.
  3. Um boð er innkomið, skal næsta boð vera minst kr. 25.000 hægri enn undanfarna boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðan fyri kr. 200.000.
  4. Fyri at góðtaka eitt boð, skal Meklarin hava váttan frá peningastovni, at fígging er tøk.
  5. Tá Meklarin hevur móttikið eitt boð, verður seljari kunnaður. Onnur, ið eisini hava bjóðað upp á ognina, fáa eisini kunning um, at nýtt boð er komið.

Byggiár
2004
Kømur
3
Hæddir
2
Vídd ogn
127m2
Grundøki
137m2

Upplýsingar um bústaðin

Avbera snøgg og vælhildin endaraðhús, ið standa væl fyri í hugnaligum og barnavinarligum umhvørvi í Hoyvík, tætt við skúlar, dagstovnar, handlar, fótbóltsvøll o.a. Gott spælipláss við sparkivølli er á fríøkinum beint við húsini. Frammanfyri húsini er parkeringspláss og aftanfyri húsini er snøgg terassa. Eisini er goymslurúm/skúrur til ognina.

Ognin er innrættað soleiðis:

Í niðaru hæddini er durur/gongd, vesi/vaskirúm, køkur og stova í einum við hurð út á terassuna.

Í ovaru hæddini er gongd, baðirúm og 3 kømur.

Send mær meiri tilfar

Vinarliga fyll út oyðublaðið niðanfyri. Tilfarið verður sent sjálvvirkandi til tín teldupostbústað, innan eitt lítið bil.

Kommunuskattur

19,00

Vøggustovugjald / Barnagarðsgjald

2.942,00 / 1.817,00

Heimasíða

Vitja heimasíðu

Maritugøta 22

Maritugøta 22
188 Hoyvík

Fá meiri at vita

Sigtór Andreassen

Stjóri / Ognarmeklari
+298 750000 meklarin@meklarin.fo