Prísuppskot

kr. 4.495.000

Mannagongd fyri boðgeving

  1. Boðseðil skal útfyllast og sendast til meklarin@meklarin.fo ella latast skrivstovu okkara í Sverrisgøtu 17, 100 Tórshavn.
  2. Boð skulu í minsta lagi vera galdandi í 48 gerandistímar.
  3. Um boð er innkomið, skal næsta boð vera minst kr. 25.000 hægri enn undanfarna boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðan fyri kr. 200.000.
  4. Fyri at góðtaka eitt boð, skal Meklarin hava váttan frá peningastovni, at fígging er tøk.
  5. Tá Meklarin hevur móttikið eitt boð, verður seljari kunnaður. Onnur, ið eisini hava bjóðað upp á ognina, fáa eisini kunning um, at nýtt boð er komið.

Byggiár
1898
Kømur
2
Hæddir
2
Vídd ogn
76m2
Grundøki
104m2

Upplýsingar um bústaðin

Serstakliga snøgg og hugnalig sethús, sum nýliga eru heildarumvæld. Húsini eru í tveimum hæddum umframt ein lágan kjallara. Garður við sera hugnaligum útigólvi er til ognina. Ein sonn perla, sum stendur væl fyri í mitt í Havn tætt við allar hugsandi hentleikar.

Í miðhæddini er durur/gongd, baðirúm, stova og køkur í einum við hurð út í garðin. Í ovastu hædd er stova/gongd og 2 kømur. Í niðastu hædd er lágur kjallari.

Send mær meiri tilfar

Vinarliga fyll út oyðublaðið niðanfyri. Tilfarið verður sent sjálvvirkandi til tín teldupostbústað, innan eitt lítið bil.

Kommunuskattur

19,00

Vøggustovugjald / Barnagarðsgjald

2.942,00 / 1.817,00

Heimasíða

Vitja heimasíðu

Landavegur 7

Landavegur 7
100 Tórshavn

Fá meiri at vita

Sigtór Andreassen

Stjóri / Ognarmeklari
+298 750000 sigtor@meklarin.fo