Prísuppskot

kr. 2.395.000

Mannagongd fyri boðgeving

  1. Boðseðil skal útfyllast og sendast til meklarin@meklarin.fo ella latast skrivstovu okkara í Sverrisgøtu 17, 100 Tórshavn.
  2. Boð skulu í minsta lagi vera galdandi í 48 gerandistímar.
  3. Um boð er innkomið, skal næsta boð vera minst kr. 25.000 hægri enn undanfarna boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðan fyri kr. 200.000.
  4. Fyri at góðtaka eitt boð, skal Meklarin hava váttan frá peningastovni, at fígging er tøk.
  5. Tá Meklarin hevur móttikið eitt boð, verður seljari kunnaður. Onnur, ið eisini hava bjóðað upp á ognina, fáa eisini kunning um, at nýtt boð er komið.

Byggiár
2020
Kømur
3
Hæddir
2
Vídd ogn
117m2

Upplýsingar um bústaðin

Talan er um nærum lidna íbúð í tveimum hæddum, har keyparin sjálvur hevur møguleika at seta dám á og gera íbúðina lidna.

Í niðaru hæddini eru durur, trappugongd, trý kømur, baðirúm og vaskirúm. Í ovaru hæddini eru trappugongd, køkur og stova í einum við atgongd út á altan frá køkinum, grovkøkur og vesi. Sera góður sólargangur er á altanini. Harafturat er møguleiki at gera sær eitt goymslurúm undir trappuni. Uttanfyri verður felags parkeringsøki og asfalterað gongubreyt verður framman fyri hvørja íbúð. Økið uttan verður gjørt liðugt.

Send mær meiri tilfar

Vinarliga fyll út oyðublaðið niðanfyri. Tilfarið verður sent sjálvvirkandi til tín teldupostbústað, innan eitt lítið bil.

Kommunuskattur

19,00

Vøggustovugjald / Barnagarðsgjald

2.942,00 / 1.817,00

Heimasíða

Vitja heimasíðu

Karlamagnusarbreyt 36A

Karlamagnusarbreyt 36A
188 Hoyvík

Fá meiri at vita

Sigtór Andreassen

Stjóri / Ognarmeklari
+298 750000 sigtor@meklarin.fo