Prísuppskot

kr. 1.850.000

Mannagongd fyri boðgeving

  1. Boðseðil skal útfyllast og sendast til meklarin@meklarin.fo ella latast skrivstovu okkara í Sverrisgøtu 17, 100 Tórshavn.
  2. Boð skulu í minsta lagi vera galdandi í 48 gerandistímar.
  3. Um boð er innkomið, skal næsta boð vera minst kr. 25.000 hægri enn undanfarna boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðan fyri kr. 200.000.
  4. Fyri at góðtaka eitt boð, skal Meklarin hava váttan frá peningastovni, at fígging er tøk.
  5. Tá Meklarin hevur móttikið eitt boð, verður seljari kunnaður. Onnur, ið eisini hava bjóðað upp á ognina, fáa eisini kunning um, at nýtt boð er komið.

Byggiár
1988
Kømur
3
Hæddir
2
Vídd ogn
227m2
Grundøki
600m2

Upplýsingar um bústaðin

Væl bygdu og væl hildnu húsini standa í góðum grannalagi og náttúruvøkrum og veðurgóðum øki við góðum sólargangi og í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Sera vakurt útsýni er yvir bygdina, landslagið og allan fjørðin. Barnaansing, skúli og handil er nær við.

Í niðaru hædd er inngongd, durur / gongd / trappugongd, køkur / alrúm, kovi, borðsstova / stova, sjónvarpsstova / útsýnisstova, baðirúm og vaskirúm / fýrrúm við útgongd til garagu.

Í ovaru hædd er trappupallur / trappugongd, stórt hjúnarúm við útgond til altan, stórt baðirúm og 2 stór kømur.

Harafturat er garaga, garður / urtagarður.

Send mær meiri tilfar

Vinarliga fyll út oyðublaðið niðanfyri. Tilfarið verður sent sjálvvirkandi til tín teldupostbústað, innan eitt lítið bil.

Í Hólinum 27

Í Hólinum 27
950 Porkeri

Fá meiri at vita

Bergur Godtfred

Ognarseljari
+298 217286 bergur@meklarin.fo