Prísuppskot

kr. 3.495.000

Mannagongd fyri boðgeving

  1. Boðseðil skal útfyllast og sendast til meklarin@meklarin.fo ella latast skrivstovu okkara í Sverrisgøtu 17, 100 Tórshavn.
  2. Boð skulu í minsta lagi vera galdandi í 48 gerandistímar.
  3. Um boð er innkomið, skal næsta boð vera minst kr. 25.000 hægri enn undanfarna boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðan fyri kr. 200.000.
  4. Fyri at góðtaka eitt boð, skal Meklarin hava váttan frá peningastovni, at fígging er tøk.
  5. Tá Meklarin hevur móttikið eitt boð, verður seljari kunnaður. Onnur, ið eisini hava bjóðað upp á ognina, fáa eisini kunning um, at nýtt boð er komið.

Byggiár
2005
Kømur
5
Hæddir
2
Vídd ogn
271m2
Grundøki
653m2

Upplýsingar um bústaðin

Sera snøgg hús, sum liggja avbera væl fyri mitt í hjartanum av Skála í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Skjótt er til allar hugsandi hentleikar og gylt høvi er at spáka til eittnú skúla, stovn, handil, bakarí, umframt til ymisku ítróttargreinarnar, sum blóma í bygdini. Sera gott útsýni er frá ognini og hugnaligur garður við blómum, runnum og terassum er kring ognina. Eitt stórt og gott bilhús við lofti sum ikki er innrættað er fast í ognini, og hjallur er eisini til ognina.

Í niðaru hæddini er durur/gongd, baðirúm, 2 kømur, køkur, stova og grovkøkur/vaskirúm við atgongd út til bilhús. Í ovaru hæddini er gongd/stova, 2 kømur, skrivstova/multirúm, baðirúm og klædnarúm.

Send mær meiri tilfar

Vinarliga fyll út oyðublaðið niðanfyri. Tilfarið verður sent sjálvvirkandi til tín teldupostbústað, innan eitt lítið bil.

Kommunuskattur

22,00

Vøggustovugjald / Barnagarðsgjald

2.200,00 / 1.775,00

Heimasíða

Vitja heimasíðu

Hórheiðar 36

Hórheiðar 36
480 Skáli

Fá meiri at vita

Sigtór Andreassen

Stjóri / Ognarmeklari
+298 750000 sigtor@meklarin.fo