Prísuppskot

kr. 1.995.000

Mannagongd fyri boðgeving

  1. Boðseðil skal útfyllast og sendast til meklarin@meklarin.fo ella latast skrivstovu okkara í Sverrisgøtu 17, 100 Tórshavn.
  2. Boð skulu í minsta lagi vera galdandi í 48 gerandistímar.
  3. Um boð er innkomið, skal næsta boð vera minst kr. 25.000 hægri enn undanfarna boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðan fyri kr. 200.000.
  4. Fyri at góðtaka eitt boð, skal Meklarin hava váttan frá peningastovni, at fígging er tøk.
  5. Tá Meklarin hevur móttikið eitt boð, verður seljari kunnaður. Onnur, ið eisini hava bjóðað upp á ognina, fáa eisini kunning um, at nýtt boð er komið.

Byggiár
1975
Kømur
5
Hæddir
2
Vídd ogn
237m2
Grundøki
616m2

Upplýsingar um bústaðin

Væl bygdu og væl hildnu húsini standa í góðum grannalagi og náttúruvøkrum, veðurgóðum øki við góðm sólargangi og friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Frálíkt útsýni er yvir bygdina, landslagið og allan fjørðin. Dagstovnur, skúli, tænastur og handlar eru nær við.

Í ovaru hædd er inngongd, durur, klædnarúm, hjallur við útgongd, gongd / trappugongd, goymslurúm, køkur / alrúm, borðsstova / stova, hjúnarúm, baðirúm og 2 kømur. Ovast er stórt ovastaloft / goymslurúm við trappu. Í niðaru hædd er inngongd, stór og snøgt ítrivsrúm, millumgongd / fýrrúm, baðirúm, trappugongd, 2 stór kømur og vaskirúm. Harafturat er garaga í 2 hæddum á uml. 28 m2 = 54 m2 og úthús á uml. 6 m2. Eisini er væl hildin garður / urtagarður.

Send mær meiri tilfar

Vinarliga fyll út oyðublaðið niðanfyri. Tilfarið verður sent sjálvvirkandi til tín teldupostbústað, innan eitt lítið bil.

Kommunuskattur

21,50

Vøggustovugjald / Barnagarðsgjald

1.800 / 1.800

Heimasíða

Vitja heimasíðu

Høgabø 6

Høgabø 6
900 Vágur

Fá meiri at vita

Bergur Godtfred

Ognarseljari
+298 217286 bergur@meklarin.fo