Prísuppskot

kr. 4.200.000

Mannagongd fyri boðgeving

  1. Boðseðil skal útfyllast og sendast til meklarin@meklarin.fo ella latast skrivstovu okkara í Sverrisgøtu 17, 100 Tórshavn.
  2. Boð skulu í minsta lagi vera galdandi í 48 gerandistímar.
  3. Um boð er innkomið, skal næsta boð vera minst kr. 25.000 hægri enn undanfarna boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðan fyri kr. 200.000.
  4. Fyri at góðtaka eitt boð, skal Meklarin hava váttan frá peningastovni, at fígging er tøk.
  5. Tá Meklarin hevur móttikið eitt boð, verður seljari kunnaður. Onnur, ið eisini hava bjóðað upp á ognina, fáa eisini kunning um, at nýtt boð er komið.

Byggiár
2007
Kømur
5
Hæddir
2
Vídd ogn
188m2
Grundøki
300m2

Upplýsingar um bústaðin

Sera snøgg og hugnalig hús í Hoyvík við øllum, sum familjan hevur tørv á. Húsini standa væl fyri í barnavinarligum umhvørvi við blindveg. Garður er runt um ognina við fleiri sólkrókum, har ein kann njóta kaffi afturvið morgunsólini og njóta vesturskini seinnapartin. Eisini er útsýni yvir fjørðin.

Tá man kemur inn í durin, merkir man tann hugnaliga og heimliga stílin, sum er gjøgnumgangandi fyri ognina.

Í niðaru hæddini er durur/inngongd, baðirúm, hjúnarúm við klædnaskápi, køkur við hurð út á terrassu, stova, vásakøkur við hurð út í túnið. Eisini er bilhús. Í ovaru hæddini er gongd, baðirúm og 4 kømur, har tað eina kamarið, hevur hurð út á altan ímóti vesturi.

Send mær meiri tilfar

Vinarliga fyll út oyðublaðið niðanfyri. Tilfarið verður sent sjálvvirkandi til tín teldupostbústað, innan eitt lítið bil.

Kommunuskattur

19,00

Vøggustovugjald / Barnagarðsgjald

2.942,00 / 1.817,00

Heimasíða

Vitja heimasíðu