Prísuppskot

kr. 2.495.000

Mannagongd fyri boðgeving

  1. Boðseðil skal útfyllast og sendast til meklarin@meklarin.fo ella latast skrivstovu okkara í Sverrisgøtu 17, 100 Tórshavn.
  2. Boð skulu í minsta lagi vera galdandi í 48 gerandistímar.
  3. Um boð er innkomið, skal næsta boð vera minst kr. 25.000 hægri enn undanfarna boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðan fyri kr. 200.000.
  4. Fyri at góðtaka eitt boð, skal Meklarin hava váttan frá peningastovni, at fígging er tøk.
  5. Tá Meklarin hevur móttikið eitt boð, verður seljari kunnaður. Onnur, ið eisini hava bjóðað upp á ognina, fáa eisini kunning um, at nýtt boð er komið.

Byggiár
1987
Kømur
4
Hæddir
3
Vídd ogn
224m2
Grundøki
1.382m2

Upplýsingar um bústaðin

Væl bygdu, hugnaligu og heilt serstøku húsini standa i góðum og friðarligum grannalagi og sera náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Sera vakurt panoramaútsýni er yvir alla bygdina, landslagið og allan fjørðin. Dagstovnur, skúli, tænastur og handlar eru nær við.

Í miðhæddini er inngongd, durur, hjallur, grovkøkur, bryggers við egnari inngongd, køkur / alrúm / borðsstova, millumgongd / trappugongd, hjúnarúm, baðirúm og arbeiðsrúm / kamar. Í ovastu hædd er trappupallur / alrúm / stova og kamar. Í niðastu hædd er inngongd, stórt fult innrættað rúm, ið kann býtast upp í fleiri rúm, baðirúm, fýrrúm / kjallararúm.

Pláss fyri einum grundstykki afturat við at regulera markið millum stykkini matr.nr. 261g og 261a. Vegur er projekteraður til stykkið inn eftir Høgabø. Grundstykkið liggur í byggiøki.

Send mær meiri tilfar

Vinarliga fyll út oyðublaðið niðanfyri. Tilfarið verður sent sjálvvirkandi til tín teldupostbústað, innan eitt lítið bil.

Kommunuskattur

21,5

Vøggustovugjald / Barnagarðsgjald

1.800 / 1.800

Heimasíða

Vitja heimasíðu

Geilin 85

Geilin 85
900 Vágur

Fá meiri at vita

Bergur Godtfred

Ognarseljari
+298 217286 bergur@meklarin.fo