Prísuppskot

kr. 795.000

Mannagongd fyri boðgeving

  1. Boðseðil skal útfyllast og sendast til meklarin@meklarin.fo ella latast skrivstovu okkara í Sverrisgøtu 17, 100 Tórshavn.
  2. Boð skulu í minsta lagi vera galdandi í 48 gerandistímar.
  3. Um boð er innkomið, skal næsta boð vera minst kr. 25.000 hægri enn undanfarna boð. Tó kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðan fyri kr. 200.000.
  4. Fyri at góðtaka eitt boð, skal Meklarin hava váttan frá peningastovni, at fígging er tøk.
  5. Tá Meklarin hevur móttikið eitt boð, verður seljari kunnaður. Onnur, ið eisini hava bjóðað upp á ognina, fáa eisini kunning um, at nýtt boð er komið.

Kømur
2
Hæddir
3
Vídd ogn
105m2
Grundøki
390m2

Upplýsingar um bústaðin

Húsini, sum treingja til munandi umvælingar, ábøtur, dagføringar og viðlíkahald, standa nær havnalagnum við nakað av útsýni yvir landslagið og út á fjørðin. Dagstovnur, skúli, høll, tænastur, handlar og busssamband er nær við.

Í miðhæddini er inngongd, gongd / trappugongd, køkur, borðsstova / stova. Í ovastu hædd er trappupallur, wc og 2 kømur. Í niðastu hædd er inngongd, baðirúm, vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Harafturat er hjallur og skúrur, garður / urtagarður niðanfyri húsini.

Tú fært fleiri upplýsingar við at trýsta á “Send mær tilfar”.

 

Send mær meiri tilfar

Vinarliga fyll út oyðublaðið niðanfyri. Tilfarið verður sent sjálvvirkandi til tín teldupostbústað, innan eitt lítið bil.

Kommunuskattur

22,00

Vøggustovugjald / Barnagarðsgjald

2.200,00 / 1.775,00

Heimasíða

Vitja heimasíðu

Bryggjan 11

Bryggjan 11
480 Skála

Fá meiri at vita

Bergur Godtfred

Ognarseljari
+298 217286 bergur@meklarin.fo