Back

Seld annars ókeypis

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum um ætlanin er at selja ogn tína. Vit kunnu gera hetta bíligari, ómakaleysari enn onnur, og taka okkum av øllum viðurskiftum, í sambandi við sølu av føstum ognum. Tað ber altíð til at fáa eina góða avtalu við okkum.

Vit koma á staði og gera meting av ognini, greiða frá mannagongdini í sambandi við sølu.

Avtala verður gjørd millum partarnir. Talan er um eina avtalu um, hvussu sølan kann fara fram á besta hátt, prísuppskot, framvísing o.a.

Umframt lýsing á heimasíðuni, gera vit eina framløgu av ogn tíni uppá uml. 8 síður við frágreiðing av ognini og myndir sum vit handa áhugaðum kundum. Eisini verður ognin lýst til sølu á øðrum miðlum.

Avtalur um at vísa ognina fram verður gjørd í samráð við seljaran.

Kunnað verður um boð og tryggja okkum at fígging er tøk.

Í sambandi við sølu taka vit okkum av øllum praktiskum viðurskiftum. Seta okkum í samband við tín kundaráðgeva og gera avtalu. Eisini syrgja vit fyri at panti í ognini verður avlýst. Vit gera avtalu við kundaráðgevan hjá keypara um yvirtøku o.a. og nær keyps-peningurin kann flytast á konto. Tá hesi viðurskiftini eru avgreidd, verður skeytið sent til ttinglýsingar.

 

SELD, annars ókeypis

SELJA vit ikki ogn tykkara í tíðarskeiðinum, fáa tit tænastuna ókeypis.

Uppgávuna at selja taka vit í álvara og við miðvísari ætlan verður farið undir at selja ognina.

Tí gera vit eisini vart við, at verður ognin ikki seld í tíðarskeiðinum, verður øll tænastan gjørd ókeypis, bæði tá tað kemur til lýsingar, myndir, framløgu o.a.

Kostnaðurin fyri sølu er 2,5% av søluupphæddini + mvg. Onnur avtala kann verða gjørd. Minstiprísur fyri sølu á ogn kr. 14.000,00 + MVG.

 

Bátar, skip og fiskiloyvi

Tænastugjaldið frá seljara 3% + mvg og keypara 3% + mvg. Tá upphæddin er undir kr. 500.000,00 er tænastugjaldið frá seljara 3,5% + mvg og keypara 4% + mvg. Serstøk avtala kann verða gjørd. Minstiprísur fyri sølu er kr. 12.000,00 + mvg fyri seljara og kr. 12..000,00 + mvg fyri keypara. Keyparin rindar altíð fyri skrásetingargjøld frá almenna myndugleikanum, har onnur avtala ikki er gjørd. Talan er t.d. um tjóðskaparbrøv, skipaskeyti, fiskiloyvi v.m. Um báturin verður seldur av landinum er tænastugjaldið frá seljara 5 % + mvg og keypara 5%..

 

Myndir og tekstur á heimasíðuni

Tað er strangliga bannað at brúka myndir og tekst á heimasíðuni uttan ítøkiligt skriftligt loyvi. Ognarrætturin fevnir eisini um tær myndir sum eru sendar felagnum. Verður tilfar; myndir o.a. brúkt frá heimasíðuni uttan loyvi førir hetta til endurgjald.

 

Virðismetingar

Metingar av ognum: sethúsum, ognarlutum, bátum og skipum verða gjørdar eftir umbøn. Kostnaðurin er kr. 4.000,00 + mvg. Serstøk avtala kann verða gjørd.

 

Serstøk fráboðan um seldar ognir v.m.

Teksturin á heimasíðuni – lýsingar av ognum, byggir beinleiðis á upplýsingar frá seljara – tað er eigarin av ognini, eisini tá talan er um fráboðan; skriftligar ella munaligar, og er leiklutur Sp/f Meklaran´s bert at verða boðberi millum partarnir, og kann Sp/f Meklarin.fo, á ongan hátt ábyrgdast fyri innihaldinum í lýsingum á heimasíðuni, ella á nakran annan hátt. Tað verður mett rætt, at fyrivarni verður tikið fyri rættleiðingum í tekstinum í lýsingunum í hvørjum einstøkum føri, tá tað er “keypssáttmáli” sum er avgerandi fyri keypið og ikki tekstur í lýsing. Sp/f Meklarin tekur onga ábyrgd av seldar ogn, tá talan er um navngivnar sáttmálapartar, og tí ber ikki til at ábygda Sp/f Meklarnum ella starvsfólk tess sum starvast hjá fyritøkuni á nakran hátt. Í keypssáttmálunum verður víst til hesar treytir, og hevur keypari og seljari skyldu at kunna seg um hesi viðurskiftir.

Lýsingar til bústað og vinnnu

Beak mennir heimasíður og appir.

Vindeygu og úthurðar til tín tørv!

Orka til tín tørv

Ráðgeving innan fígging, samansparing v.m.

Ein kommuna í menning