Byggiár
1970
Kømur
4
Hæddir
2
Vídd á ogn
200m²
Grundøki
957m²
Upplýsingar um bústaðin
Góðu og væl hildnu húsini standa í góðum og friðarligum grannalagi og í náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við frálíkum útsýni yvir landslagið og fjørðin.
Í niðaru hædd er inngongd, gongd / trappugongd, 2 kømur, vaskirúm / fýrrúm við útgongd til útigólv við hugnakróki. Harafturat er kjallararúm har møguleiki er fyri gera 2 kømur og baðirúm.
Í ovaru hædd er trappupallur / durur, gongd, køkur / alrúm / borðsstova / stova, hjúnarúm, baðirúm og kamar. Har er gjørt klárt at gera útigólv.
Harafturat er stórt og nýtt úthús á uml. 14 m2.