VIKSUND – stórur útróðrabátur, nr. 192
- klárur til fiskiskap.

Málsnummar, 192

 

Væl útgjørdur (Trýst á mynd/billede)

 

Dekk.

Ein sera væl útgjørdur við allari hugsandi útgerð: línu spæl, Íslandsrrennu, bløggingarpavnur og dupultari egningartrakt. Hevur 8 kør á dekkinum og 11 kør í lastini. Uml. 90 stokkar av línu, vørp og beiðir fylgja við. Eisini fylgja uml. 70 stampar við har av 30 kálva línur. Hevur fiskiloyvi, er í góðum standi og væl umsitin, og klárur til fiskiskap frá fyrsta degi. Úti á dekkinum er ein lítil skúrur til goymslu, egning o.a.

 

Stýrhús.

Í stýrhúsinum skipara stólar, ekkolodd, GPS/Plottari, radio/DVD, sjálvstýrari, VHF, radari, vikarar, rotasjóns rútur, kumpass, ljóskastara v.m. Gott pláss í stýrhúsinum. Landstreym. Gott og nossligt WC og vask.

 

Lugar

2 stórur benkrir, 4 koyggjur, borð við vask, umframt sjálvstøðugt borð, hiti olju kabúss. Gott pláss í lugarinum.

 

Motor rúm.

Perkens Sabre 225 HK, 6 cyl.  frá 2007, ferð ca. 9 míl, 2 el. lensipumpu 2 stk. hondlensi pumpa, oljutanga uml. 2.000 ltr

 

Trygdarútgerð:

Eldsløkkjarar, signalhorn, bjargingarbátur 4 fólk, 3 bjargingarbúnar, bjargingarbeltir, o.a.

 

Kunning.

BRT:                17,49 t

Longd:             12,16 m

Breidd:              3,96 m

Dýpd:                1,34 m

Smíði ár:           1978

Bátaslag:           Viksund

Tilfar:                Glastrevja

Ferð:                 9 míl

Fiskiloyvi:          Ja

Prísuppskot:       kr. 1.400.000,00

 

Spennandi møguleikar

Møguleikar eru fyri at yvirtaka smápartafelagið sum eigur bátin. Egningarskúrurin er knýttur aftrat felagnum, og er áhugi fyri honum kann hann eisini ganga uppí eitt møguligt keyp. Egingarskúrurin verður lýstur til sølu aðrastaðni á heimasíðuni.

 

Vælkomin at seta tygum í samband við:

 

Telefon:         739595 

Fartelefon:     739590

Fax:               739599

E-postur:       meklarin@meklarin.fo

 



Trygg rágeving · Tryggir Løgfrøðïligir karmar · Yrkistrygging, sum tryggjar keypara og seljara
meklarin.fo sp/f, Heiðavegur 31, FO-600 Saltangará, meklarin@meklarin.fo